Svarti snigil

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Svarti snigil
Black Slug.jpg
Vísinda flokking
Ríki: Animalia
Rað: Mollusca
Flokkur: Gastropoda
Røð: Pulmonata
Familja: Arionidae
Ætt: Arion
Slag: A. ater

Svarti snigil (frøðiheiti - Arion ater) er best kendi landsnigil her á landi. Svarti snigil verður 100-120 mm langur. Hann er svartur um kroppin, og húðin er rukkut og hál av slími. Kroppurin er avlangur og tjúkkastur um miðjuna. Á høvdinum eru 4 liðilig horn. Tey tvey longstu hornini bera eyga á endanum. Snigilin tevjar við hinum báðum hornunum.

Liviøki[rætta | rætta wikitekst]

Svarti snigil sæst bæði við hús, í bø og haga; men svørtu sniglarnir við hús eru morlittir ella reydligir. Svarti snigil er vanligur á graslendi í bø og haga, har skuggi er.

Føði[rætta | rætta wikitekst]

Svarti snigil etur bleytar plantulutir og eisini soppar. Hann tolir eisini eitursoppar. Á tunguni eru smáar, hvassar tenn, so hon er góð at ríva matin sundur við. Við hesi hvøssu rívitungu skaðar snigilin plantur; men hann er tó ikki mettur at vera skaðadjór.

Nøring[rætta | rætta wikitekst]

Svarti snigil verpur ljós egg, og hann verpur tey í eina holu í moldini ella í vátligt leyv. Áðrenn veturin kemur, doyggja teir gomlu sniglarnir. Eggini og ungarnir liggja í jørðini og liva veturin av.

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]