Sjókúgv

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
How to read a taxoboxWikipedia:How to read a taxobox
How to read a taxobox
Sjókúgv

Frøðilig flokking
Ríki: Animalia
Fylki: Chordata
Flokkur: Mammalia
Hópur: Sirenia
Ætt: Dugongidae
Trichechidae

Sjókúgv (frøðiheiti - Sirenia) er súgdjór skylt fíli í hópinum. Livir í sjógvi el. vatni í hitalondum. Tvey sløg eru, annað slagið hevur heila sveiv, hitt sýlda. Sjókýr hevur ongan nátúrligan fígginda. Tær eta bert plantur og berjast ongantíð. Sjókýr kunnu gerast 60 ára gamlar.

Sjókúgv hvílir seg um dagin og etur meginpartin av náttini. Hon heldur nógvan gang, tá ið hon etur. Har er ljóð av jaglandi tonnum og smaskandi kjafti. Sjókúgv hevur ongar framtenn, men bert tenn fram við kjálkunum. Hon oysir føðina upp við bøkslunum. Hon svimur spakuliga og etur sjógras. Sjókúgvin er einasta súgdjórið í havinum, ið etur gras. Sjókúgv grevur ofta í sandinum eftir rótum av sjógrasi.

Sjókýr kálva bert ein kálv hvørt triðja ella fimta ár. Beint sum kálvurin er kalvaður, fer hann upp at anda fyrstu ferð. Hann er hjá mammuni upp í tvey ár, og hann krøkir seg til hennara ella hvílir seg á bakinum á henni. Sjókýr taka í bøkslini hvør á aðrari og kyssast, tá ið tær hittast. Tað eru tvey sløg av sjókúm; Tær við heilari sveiv og tær við sýldari sveiv.

Sjókýr vóru í høvunum, tá ið dinosaurarnir livdu á jørðini.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið