Siðafrøði

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Siðafrøði fæst við spurningar um virði, um rætt og skeivt, gott og ilt, um ábyrgd og skyldur. Etikkur er grikska orðið og moralur latínska orðið fyri tí, vit á føroyskum kalla siðafrøði ella siðalæra, og sum í stuttum kann sigast at merkja: hjálp til at velja røttu atferðina. Áleikandi menniskjuligir meginspurningar verða viðgjørdir í hugtakinum siðafrøði, kanska betur kent undir fremmandaorðunum etikkur og moralur. Summastaðni verður skynað ímillum etikk og moral, so at etikkur merkir tað ástøðiliga grundarlagið, og moralur sipar til gerðir, men í roynd og veru er eingin munur. Í dagligari talu kunnu vit um ymisk evni siga: "Tað vil eg ikki". "Soleiðis haldi eg bara". Ella "Hjá mær er tað soleiðis". Tað kann vera ein gjøgnumhugsað støðulakan, sum vit sjálvandi ikki hava stundir at greina út í æsir í vanligum samrøðum. Men tað kann eisini vera ein fordómur (ein dómur, tú hevur felt frammanundan, tú hevur ikki kannað evnið ella tikið støðu til tað), og tá er siðafrøðin eitt amboð at fara aftur um fordómarnar og greina og grundgeva fyri tí, vit halda og vilja. Ætlanin við tí at siga, at siðfrøði er hjálp til at velja røttu atferðina, er at vísa á, at í siðfrøði eru allir spurningar ósvaraðir spurningar, og allar loysnir fyribilsloysnir. Orðið hjálp skal vísa á, at annað er enn tað, vit taka úr okkara egnu hugaheimi og úr okkara egnu vitsku og vitan, sum eigur at vera tikið við, tá ið eitt mál verður viðgjørt.