Science fiction
Appearance
Science fiction (eisini vísindaskaldsøga ella framtíðar(skald)søga á føroyskum) er ein bókmentasjangra, ið upprunaliga umfataði skaldsøgur og stuttsøgur (novellur), ið snúðu seg um eitt ímyndað framtíðarumhvørvi, har vísindin, og tá serliga tøknin er nógv meiri framkomin við markantari ávirkan á samfelagið og einstaklingar. Broytingarnar, og tær uppfinningar og uppdagingar og samfelagsviðurskifti sum mynda bakgrundina, kunnu vera umfatandi og eisini rein fantasi (ímyndan).
Sjangran hevur so við og við spjatt seg til aðrar miðlar, t.d. film, útvarp, sjónvarp og teknirøðir.