Jump to content

Sandra Kim

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Sandra Kim

Sandra Caldarone, fødd 15. oktober 1972, betri kend sum Sandra Kim, er ein belgisk songkvinna av italskum uppruna. Sandra er kend fyri at vinna Eurovision Song Contest í 1986 við sanginum "J'aime la vie", tá hon var bert 13 ára gomul. Kappingin varð hildin í Bergen í Noregi.

Lívs- og starvsleið

[rætta | rætta wikitekst]

Sandra var fødd í Montegnée, nær Liège í Belgia tann 15. oktober 1972, og byrjaði at syngja sum 7 ára gomul. Tá hon vann Eurovision, var hon bert 13 ára gomul, sjálvt um teksturin í sangi hennara "J'aime la vie" (Eg elski lívið) segði hana vera 15 ár.[1] Nakað sum Sveis insendi eina klagu til EBU (European Broadcasting Union) um, og kravdi at hon bleiv diskvalifiserað, eftir at sannleikin kom fram í ljósið. Onki varð tó gjørt við hesa klagu, og er Sandra Kim enn yngsti Eurovision vinnari nakrantíð. Reglarnir í Eurovision vóru seinni broyttir soleiðis, at ein skuldi hava fylt 16 ár fyri at luttaka, og børn og ung kundu ístaðin luttaka í Junior Eurovison Song Contest.

Sandra var gift Olivier Gerard frá 1994 till 1995. Hon hevur síðani 2001 verið gift Jurgen Delanghe.

Kim framførdi á Yamaha Music Festival í Tokyo í Japan heystið 1986, har hon sang tittull sangin hjá fronsku teknimyndarøðini Il était une fois... la vie. Í 2011 gav hon út fløguna "Make Up". Fløgan inniheldur sangir, ið eru skrivaðir av fleiri kendum belgiskum listafólki, sum Salvatore Adamo, Dani Klein (Vaya Con dios), Ozark Henry, Anthony Sinatra (Piano Club), Jacques Duval and David Bartholomé (Sharko).[2]

Diskografi

[rætta | rætta wikitekst]
  • J'aime la vie (1986, franskt)
  • Bien dans ma peau (1988, franskt)
  • Balance tout (1991, franskt) / Met open ogen (1991, hollendskt)
  • Les Sixties (1993, franskt) / Sixties (1993, hollendskt)
  • Onvergetelijk (1997, hollendskt)
  • Heel diep in mijn hart (1998, hollendskt, 2-track single)
  • Make Up (2011, enskt & franskt)

Stakfløgur

[rætta | rætta wikitekst]
  • "Tokyo Boy" (French-language)
  • "Bel me, schrijf me" (duet with Flemish Belgian singer Luc Steeno, Dutch-language)
  • "Anyway the Wind Blows" (2010, English-language)
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið
  1. O'Connor, John Kennedy. The Eurovision Song Contest - The Official History. Carlton Books, UK. 2007 ISBN 978-1-84442-994-3
  2. "Archive copy". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305131958/http://www.sandrakim.be/en/biography. Heintað 2015-01-15.