Regin Jacobsen
Regin Jacobsen | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 27. jan 1966 |
Starv | vinnulívsfólk, chief executive officer |
Foreldur | faðir Hans Jacobsen |
Skyldfólk | Hans Jacobsen (Pápi), Birna Vestergaard (systir) |
Dátuheiti |
Regin Jacobsen (føddur 27. januar í 1966) er núverandi stjóri á føroysku alifyritøkuni Bakkafrost, eftir at hann tók yvir frá pápanum, Hans Jacobsen, eisini nevndur Hans á Bakka. Í Føroyum vóru fyri fyrstu ferð milliardingar skrásettir í september 2014, tá ið Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, og mamma hansara, Oddvør Jacobsen, áttu partabrøv, sum tilsamans vóru verd meira enn 1,1 milliard krónur. Regin bleiv í 2014 kosin sum nummar eitt av stjórum á miðalstórum fyritøkum, ið eru skrásettar á Oslo Børs, valdur út av 600 greinarum.
Søga
[rætta | rætta wikitekst]Regin Jacobsen vann sær síni fyrstu oyru longu tá hann var smádrongur, tá hann hjálpt pápanum, Hans á Bakka, niðri á Bakkafrost. Regin tók spakuliga meir og meir yvir í felagnum Bakkafrost og gjørdist stjóri í 1989.[1] Í 2010 varð Bakkafrost skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Oslo (OSE), og Regin var tá einasti stjóri í felagnum. Regin hevur líka síðani hann fekk tittulin sum CEO, førka felagið longur og longur út í heim, og ídag er Bakkafrost eitt av leiðandi feløgum innanfyri laksaproduktión.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "Regin Jacobsen vart økonomiansvarleg som 16-åring. Slik bygde dei opp Bakkafrost". q. november 2018. Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2021-11-14. https://web.archive.org/web/20211114195814/https://ilaks.no/regin-jacobsen-vart-okonomiansvarleg-som-16-aring-slik-bygde-dei-opp-bakkafrost/. Heintað 14. november 2021.