Región Høvuðsstaðurin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Región Høvuðsstaðurin
Region Hovedstaden
Regiónir í Danmark
Staðseting av Región Høvuðsstaðurin
Land Danmark
Størsti býur Keypmannahavn
Capital Hillerød
Kommunur
Stjórn
 • Formaður Lars Gaardhøj (Socialdemokraterne)
Øki
 • Tilsamans 2 568,29 km2 (Bad rounding hereFormatting error: invalid input when rounding sq mi)
Fólkatal (1. januar 2014)[1]
 • Tilsamans 1 749 405
Tíðasona CET (UTC+1)
 • Summar (DST) CEST (UTC+2)
Heimasíða www.regionhovedstaden.dk

Región Høvuðsstaðurin (á donskum: Region Hovedstaden) er við sínum 1,7 mió. íbúgvunum tann fólkaríkasta av teimum fimm regiónunum í Danmark.

Regiónin er ein samanlegging av teimum gomlu amtunum Keypmannahavnar og Frederiksborg amtum, Keypmannahavnar og Frederiksberg kommunum og Bornholms Regiónskommunu og hevur harumframt yvirtikið uppgávurnar hjá Hovedstadens Sygehusfællesskab. Regiónin hevur miðfyrisiting í Hillerød. Regiónin hevur umleið 36 000 starvsfólk (gjørt upp í fulltíðarstørv) og hevði í 2013 eitt samlað búskett á 34,2 mia. kr.

Región Høvuðsstaðurin verður stýrt av einum regiónsráði, sum fyrstu ferð varð valt hin 15. november 2005. Uppgávurnar hjá regiónini eru fyrst og fremst innan heilsu og sjúkrahús, íroknað heilsutrygging. Regiónin hevur størsta sjúkrahúsverkið í Danmark við 11 sjúkrahúsum, íroknað Region Hovedstadens Psykiatri. Útreiðslurnar til heilsuøkið eru umleið 90 % av samlaðu útreiðslunum hjá regiónini.

Statsligar uppgávur í Región Høvuðsstaðnum hoyra undir Statsforvaltningen Hovedstaden.

Regiónsráðið[rætta | rætta wikitekst]

Regiónsráðið sær soleiðis út tíðarskeiðið 2014-17:

Sophie Hæstorp Andersen (Socialdemokraterne) er regiónsráðsformaður.

Kommunur í regiónini[rætta | rætta wikitekst]

Tað eru 29 kommunur í Región Høvuðsstaðnum:

Kommunurnar í Región Høvuðsstaðnum
Kommunurnar í Región Høvuðsstaðnum

Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  1. FOLK1: Fólkatalið 1. oktober dátugrunnur frá Danmarks Statistik (Danskt)
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið