Pyromania (útgáva)

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Pyromania er triðja studio útgávan hjá bretska tung málms bólkinum Def Leppard, sum kom út í 1983. Hetta førdi bólkin tvørtur um Norðuramerika og Japan, og plátan seldi omanfyri 10 mió. eintøk bara í Amerika. Phil Collen var nýggjur gittarleikari í bólkinum og Robert John "Mutt" Lange framleiddi hana.

Útgávan var partvís bandað við upprunaliga gittarleikaranum Pete Willis, hvørs rútmu gittarar og bakgrunds røddir eru at hoyra á øllum løgunum. Sum teir vóru komnir væl inn í upptøkurnar, bleiv Willis blakaður úr bólkinum, orsaka av alkohol misnýtslu og Phil Collen kom í hansara stað, og spældi gittar soloir og tað av gittarum, sum annars restaði í. Á uppruna plátuhúsanum sást Willis í bakgrundini á myndini av sangaranum Joe Elliott. Sum nýggjur limur í bólkinum fekk Collen sína egnu mynd. Tónleikaútgávan er sermerkt av intensivu framleiðsluni hjá Lange. Mike Shipley sigur at bandið á spolibandupptakaranum koyrdi 20 tímar dagliga í 13 mánaðir.

Tríggir sangir frá Pyromania, "Photograph", "Rock of Ages", og "Foolin'", blivu Top 40 singlir í USA, orsakað av popularitetinum á MTV.

Sangurin " Rock! Rock! Till You Drop" er við í filminum Rock Star frá 2001. Í 2004, var Pyromania nr. 384 á Rolling Stone's 500 Greatest Albums of All Time. Ein digitalt remastrað útgáva av Pyromania kom út 8. juni í 2009, saman við live fløguni "Live LA Forum - September 11th 1983".