Museum Willet-Holthuysen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Museum Willet-Holthuysen

Museum Willet-Holthuysen er eitt savn í Amsterdam við Herengracht kanalina. Savnið er tað einasta fult møbleraða patrisarahúsið ið liggur við kanalirnar, sum er opið fyri almenninginum. Savnið hevur eina stóra samling av silvuri, tallerkum og bókum frá Niðurlendsku gulløldini. Har er eisini eitt savn við list. Húsið varð bygt umleið 1685 til Jacob Hop, borgarstjóra. Hann var ikki tann seinasti borgarstjórin ið búði í húsinum. Í 1739 var fasadan høvuðsumvæld og broytt til Louis XIV stílin. Seinasti privati eigarin, Frú Willet-Holthuysen, gav húsið til býin Amsterdam í 1895 treytað av, at tað gjørdist eitt savn, og tað hevur tað verið líka síðan.

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið