Marie Curie

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Marie Curie

Marie Curie (fødd Maria Skłodowska 7. november 1867, deyð 4. juli 1934), eisini kend sum Madame Curie ella Marie Skłodowska-Curie, var ein pólsk evnafrøðingur og alisfrøðingur. Hon var tann fyrsta kvinnan, ið vann eina Nobel-virðisløn og tann fyrsti persónurin, ið vann tvær Nobelvirðislønir: Nobelvirðislønina í alisfrøði (1903) og Nobelvirðislønina í evnafrøði (1911).

Hon megnaði at etablera eitt ástøði um radioaktivitet (eitt orð, ið hon gjørdi), tøkni fyri at fráskilja radioaktivar isotopar, og so fann hon fram til tvey nýggj frumevni: polonium og radium.

Sjálvt um hon gjørdist franskur ríkisborgari, so misti hon aldri sín pólska samleika. Hon uppkallaði tað fyrsta nýggja evnafrøðiliga frumevni, sum hon fann fram til í 1898 Polonium eftir heimlandi sínum, og í 1932 stovnaði hon Radiuminstituttið (nú Maria Sklodowska-Curie Institut fyri onkologi) í heimbýi hennara Warszawa, undir leiðslu av systrini Bronisława.