Loðin nashyrningur
Appearance
Loðin nashyrningur (loðnashyrningur?) (Coelodonta antiquitatis) er eitt útdett slag av nashyrningum sum helt til á norðaru grasslætunum og tundraøkjunum í Eurasia i pleistocænska tíðarskeiðinum. Loðin nashyrningur livdi seinastu ístíðina av, kanska fram til ár 8.000 f.Kr. í Siberia - hendan dagfesting er tó ivasom.
Útsjóndin á djórinum var upprunaliga bert kend frá holutekningum, men í 1929 var eitt heilt ræ við skinni funnið í eini asfaltsgoymslu í Starunia í táverandi (millumkrígstíðar) Póllandi, núverandi Ukraina; hetta ræ verður nú sýnt fram á náttúrusøguliga savninum í Kraków í Póllandi.