Ljóðbøkur

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Ein ljóðbók er ein bók, ið er lisin inn. Bæði fagrar bókmentir (til dømis skaldsøgur og stuttsøgur) og yrkisbókmentir (da: fagbøger) finnast sum ljóðbøkur. Á føroyskum finnast ljóðbøkur á bondum og fløgum. Í øðrum londum er ein vaksandi marknaður fyri ljóðbókum í Mp3 sniði og í Ipod sniði,sum kunnu keypast og takast niður beinleiðis yvir alnetið. Serliga stórt útboð er av ljóðbókum á enskum máli (td. á audible.com), men eisini rættiliga nógv er at fáa á svenskum máli (td. frá elib.se).

Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]