Kylie Minogue

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Kylie Minogue í 2008.

Kylie Ann Minogue (fødd 28. mai 1968 í Melbourne í Avstralia) er ein avstralsk songkvinna, sangskrivari og sjónleikari. Hon er heimskend og hevur vunnið fleiri heiðurslønir. Hon hevði fleiri leiklutir í sjónvarpsrøðum, longu meðan hon var barn, m.a. høvdu hon og systir hennara, Dannii Minogue, eina tónleika sjónvarpsrøð í byrjanini av 1980-árunum. Tað var her at Kylie fyrstu ferð framførdi alment sum sangari.

Lívsleiðin[rætta | rætta wikitekst]

Hon gjørdist heimskend, tá hon hevði ein av høvuðsleiklutunum í sjónvarpsrøðini Neighbours, sum byrjaði í 1986. Eftir at Kylie Minogue byrjaði sína lívsleið sum sjónleikarinna, fór hon í 1987 í holt við sína lívsleið sum songkvinna. Í sambandi við eina sjónvarpssending við vælgerandi endamáli, sang hon tann gamla vælkenda sangin "The Loco-Motion", tað slóðaði veg fyri einari kontrakt við plátufelagið Mushroom Records. Fyrsta pláta hennara Kylie (1988) og stakfløgan "I Should Be So Lucky" náddu báðar á ovastu rók á bretska hittlistanum.

Í 1994 útgav Minogue plátuna Kylie Minogue. Fyrsta staklagið av hesi plátuni "Confide in Me" náddi fyrsta plássið í Avstralia og annað plássið í Stóra Bretlandi, umframt at lagið var vælumtókt í fleiri Evropeiskum londum sama árið.

Í 2005 gjørdist Kylie Minogue sjúk av bróstkrabba, og orsakað av hesum, noyddist hon at avlýsa fleiri konsertir og ferðir. Árið eftir kom hon sterkt aftur eftir væleydnaða krabbameins viðgerð. Hon hevur allatíðina verið opin um sína sjúku, og hevur varpað ljós á bróstkrabba. Hon hevur eisini fingið viðurkenning fyri sítt arbeiði innan hetta øki.

Minogue hevði seinni stóra sukse í 2000 við staklagnum "Spinning Around" og fløvuni Light Years. Sangurin "Can't Get You Out of My Head" náddi fyrsta plássi í meira enn 40 londum, og fløgan Fever (2001) var eisini sera vælumtókt í nógvum londum, teirra millum USA.

Kylie Minogue hevur til nú (2011) selt meir enn 68 milliónir tónleikaútgávur (album) og umleið 55 milliónir stakløg kring heimin.

Útgávur[rætta | rætta wikitekst]

Útvortis ávísing[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið