Krossnev

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Krossnev
Red Crossbills (Male).jpg
Støða
Status iucn3.1 LC.svg
Minst stúrin
Vísinda flokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Aves
Røð: Passeriformes
Familja: Fringillidae
Ætt: Loxia
Slag: L. curvirostra
Loxia curvirostra

Krossnev (frøðiheiti - Loxia curvirostra) livir mest í grannaskógum, og um veturin føðir hann seg mest av grannafræ, um summarið etur hann eisini ormar. Tað er spakur fuglur, men hagfastur er hann ikki, og á sumri ger hann stór rensl út í onnur lond — eisini higar til okkara. Til støddar er han nakað sum grátítlingur, men tjúkkari. Nevið er stutt og fórtligt; bæði yvirnevið og undirnevið hava stóran krók, sum skarast um hvønn annan — harav hava teir navnið. Veingir og vel eru morlitt, men annars er liturin sera ójavnur. Bøgan er grøn omaná, gulgrá í neðra. Ungarnir eru grásprøklutir við gulligum baki. Steggjarnir eru fyrst gulir, men teir rodna, alt sum teir eldast, og verða til endan fagurt reyðir. Tað, ið higar kemur, er mest ungfuglur, alreyður steggi er sera sjaldsamur at síggja. Summi árini koma teir í flokkum. Á sumri 1927 var meingi av teimum um allar Føroyar. Her eru eingir grannakonglar at høgga í, so ótu teir hømiliufræ í staðin. Tá ið leið út í august, rýmdu teir.[1]

Slag[rætta | rætta wikitekst]

Sí eisini[rætta | rætta wikitekst]

Kelda[rætta | rætta wikitekst]

  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.