Konstantinopel (søguligur býur)
Konstantinopel (grikskt: Κωνσταντινούπολις; latínskt Constantinopolis; osmannara turkiskt قسطنطینية, Kostantiniyyé) var frá 330 til 1930 navnið á býnum, sum í dag verður nevndur Istanbul í Turkalandi. Áðrenn hetta æt býurin Byzans ella Byzantium. Navnið Konstantinopel fekk býurin tá keisarin Konstantin hin Stóri flutti rómverska høvuðsstaðin úr Rom og hagar. Í 12. øld var Konstantinopel størsti býur í Europa.
Tá Rómverjaríkið fór í tvíningar gjørdist Konstantinopel høvuðsstaður í eysturrómverska, ella bysantinska ríkinum við høvuðsæstinum hjá økumeniska patriarkatinum hjá ortodoksu kirkjuni. Millum grikkar varð býurin bert nevndur i Poli (býurin), tí hann var miðdepul í griksa heiminum. Nútíðar navnið Istanbul sigst stava frá miðaldargrikskum "εἰς τὴν Πόλιν" (framborið [is tim ˈbolin]), ið merkir "til býin". Hetta skal sipa til at hetta var einasti stórbýur í økinum. Norðbúgvar kallaðu býin Miklagarð.
Konstantinopel varð hertikin í tí 4 krossferðini í 1204 og til endans hertikin av osmanskum turkum í 1453 og av teimum gjørdur til høvuðsstað í osmanska ríkinum.