Keetmanshoop

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Keetmanshoop

Keetmanshoop er ein býur í ǁKaras í Namibia og hevur 20 977 íbúgvar (2011).

Býurin er uppkallaður eftir týskaranum Johann Keetman. Býurin hevur oyðimarkar klima. Áðrenn hjálandatíðin byrjaði var økið kent sum ǂNuǂgoaes ella Swartmodder. Tann fyrsti hvíti niðursetimaðurin, Guilliam Visagie, búsettist her í 1785. Tann fyrsti kristni trúðboðarin Johann Georg Schröder, kom til býin hin 14. apríl 1866 og verður hesin dagur nú roknaður sum stovningardagurin fyri býin.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið