Karachi

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Karachi (urdu: کراچي) er tann størsti býurin í Pakistan og høvuðsstaður í landslutinum Sindh. Býurin er búskaparligur og handlilsmiðdepil í Pakistan. Býurin liggur við tað Arabiska Havið í ein landnyrðing av áarmunnanum til Indus. Við forstøðum hevur býurin eitt fólkatal á umleið 13 milliónir og er harvið millum heimsins 25 størstu býir.

Karachi var høvuðsstaður Pakistans frá tí at landið fekk sjálvstøðu í 1947 til 1958, tá Rawalpindi gjørdist høvuðsstaður eitt stutt tíðarskeið, meðan Islamabad var bygdur.

Vitjunarverd støð í Karachi eru eitt nú Clifton, Saddar, Tariq Road, Alladin Park og Defence.

Flotin hjá Pakistansku verjuni hevur høvuðssæti í Karachi.

Politikkur[rætta | rætta wikitekst]

Fyrisitingarlig øki[rætta | rætta wikitekst]

Karachi hevur 18 fyrisitingarlig øki:

Øki Íbúgvar Prosent
Baldia 406.165 4,32
Bin Qasim 316.684 3,37
Gadap 289.564 3,08
Gulberg 453.490 4,82
Gulshan 625.230 6,65
Jamshed 733.821 7,81
Kiamari 383.778 4,08
Korangi 546.504 5,81
Landhi 666.748 7,09
Øki Íbúgvar Prosent
Liaquatabad 649.091 6,90
Lyari 607.992 6,47
Malir 398.289 4,24
New Karachi 684.183 7,28
North Nazimabad 496.194 5,28
Orangi 723.694 7,70
Saddar 616.151 6,55
Shah Faisal 335.823 3,57
SITE 467.560 4,97

Høvuðssætið hjá verjuni í Karachi hoyrir ikki við til tey fyrisitingarligu økini í býnum men verður umsitið av pakistanska herinum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið