Kālidāsa

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Kālidāsa (devanāgarī: कालिदास), var ein viðurkendur indiskur yrkjari, sum av mongum verður mettur at vera tað størsta skaldið og dramatikarin, ið hevur skrivað á sanskrit. Tað er ringt at tíðarfesta skaldskapin, men hann var mest sannlíkt til í guptatíðini í fjórðu, fimtu ella settu øld.

Man kennir ikki til nakað, burtursæð frá verkum hansara, um lívið hjá Kālidāsa, eitt nú hvar ið hann búði ella nær ið hann livdi. Søgnin sigur, at hann var vakur maður, sum bleiv giftur við einari prinsessu. Men, sambært søgnini, so vaks hann upp uttan at fáa nakra skúlagongd ella útbúgvin, og prinsessan skammaði seg yvir hvussu óvitandi hann var. Kālidāsa tilbað gudinnuna Kali (navn hansara merkir tænarin hjá Kali).

Søgnin sigur, at hann varð myrdur á av einum kurtesani á Sri Lanka.


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið