Ilulissat
Ilulissat (danskt navn: Jakobshavn) er ein býur í Grønlandi. Býurin er Vesturgrønlandi í Diskovíkini 2 km norðanfyri munnan á Ilulissat Ísafjørðinum. Ilulissat varð í 2004 upptikið sum evni á listanum yvir World Heritage Sites. Ilulissat er eitt einastandandi dømi um ein ísfjørð. Býurin hevur eina stóra havn, flogvøll og tyrlupall. Um veturin brúka tey hundasletur og kavaskutarar til ferðasamband í nærumhvørvinum. Ferðavinna er ein týdningarmikil vinna og inntøkukelda fyri býin, annars er fiskivinna tann størsta vinnan. Um summarið rógva teir út við smærri bátum ella jollum, men um veturin er sjógvurin frystur til ís, og tá verður fiskað gjøgnum ísin. Býurin liggur norðan fyri polarringin, og um summarið fer sólin ikki niður. Í 2006 vóru eini 3-4000 sletuhundar í Ilulissat, fólkatalið í býnum er umleið 4.500 (2011).