Jón Tyril
Jón Tyril varð føddur 23. desember 1973. Hann er sonur Sunnvu og Flóvin Tyril. Hann er uppvaksin í Norðragøtu.
Jón Tyril hevur staðið fyri G! Festivalinum líka síðani hesi byrjaði í 2002. Tá var festivalurin eitt eindagstiltak, men hevur síðani ment seg til eitt stórt tónleika- og mentanartiltak, sum varðar tríggar dagar. G! Festivalurin verður hildin á hvörjum ári, vikuskiftið áðrenn Ólavsøku. G! Music, sum skipaði fyri G! Festivalinum, fór eftir festivalin í 2007 á húsagang. Jón var formaður í tí felagnum.
Jón Tyril var ein av stovnarunum av bólkinum Clickhaze, sum var slóðbrótandi innan føroyskan tónleik. Jón spældi gittar í Clickhaze.
Í 1998 var Jón Tyril við til at stovna tónleikasamtakið Grót, sum hevði til endamáls at skipa fyri konsertum og at betra um umstøður hjá tónleiki og tónleikarum. Grót og Losjan í Gøtu hava líkasíðani havt eitt tætt samstarv, og flestu konsertirnar, sum Grót skipar fyri, verða hildnar í Losjuni. Hetta hevur ført við sær at Losjan er vorðin eitt vælumtókt stað at hoyra nýggjan og spennandi tónleik. Tó vera Grót konsertir nú vanliga í gamla tøting bygninginum í Syrðugøtu.
Í 2002 stillaði Jón upp til løgtingsval fyri Tjóðveldisflokkin, men hevur síðani meldað seg úr flokkinum.
Heiður
[rætta | rætta wikitekst]- 2014 - Ársins átak á Faroese Music Awards 2013 fyri tónleikaátakið HOYMA
- 2005 - Fekk Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens í bólkinum Annað mentanarligt avrik