Jógvan Durhuus
Jógvan Durhuus | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 19. feb 1938 í/á Vestmanna |
Starv | politikari |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Dátuheiti |
Jógvan A. Olafsson Durhuus (f. 19. februar 1938 í Vestmanna) er fyrrverandi postavgreiðslumaður og politikari fyri Tjóðveldisflokkin. Hann hevur studentsprógv. Hann hevur sitið í nevndini fyri Tryggingarsamband Føroya. Durhuus er giftur við Hervør Hanusardóttir Durhuus (fødd Høgadalsá), dóttir Hanus við Høgadalsá.
Jógvan Durhuus var tinglimur 1970-1980, 1984-1990 og 1994-2002, burtursæð frá skeiðunum sum landsstýrismaður 1985-1989, valdur í Norðsteymoyar valdømi. Síðan var hann fyrsti varamaður fyri Nikláa Petersen til 2004.[1]
Durhuus var landbúnaðar-, skúla-, orku- og heilsumálaráðharri frá 1985 til 1988, og síðan landbúnaðar-, skúla- og heilsumálaráðharri frá 1988 til 1989. Hetta tíðarskeiðið var hann eisini varaløgmaður, og Øssur av Steinum møtti á Tingi fyri hann. Durhuus var limur í Útnorðurráðnum frá 1996–2001, og var formaður í ráðnum frá 1999 til 2000.[2]
Løgtingsnevndir
[rætta | rætta wikitekst]- 1998-2002 limur í Fíggjarnevndini
- 1998-2002 limur í Landsstýrismálanevndini
- 1994-1998 limur í Uttanlandsnevndini
- 1989-1990 limur í Fíggjarnevndini
- 1989-1990 limur í Fiskarínevndini
- 1989-1989|formaður í Fiskarínevndini
- 1984-1985 limur í Fíggjarnevndini
- 1980 formaður í Fíggjarnevndini
- 1978-1980 limur í Fíggjarnevndini
- 1974-1978 limur í Fíggjarnevndini
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 274. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)