Jóanes N. Dalsgaard

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita

Jóanes Napoleon Dalsgaard, stjórnmálafrøðingur (cand.scient.pol.), radikalur demokratur, politiskur viðmerkjari. Jóanes er føddur 31. januar í 1970 og uppvaksin í Hoydølum. Hann hevur skrivað hópin av greinum í føroysku dagbløðini síðani seinast í 1980'árunum. Eisini skrivaði hann í 1990'árunum í MFS-limablaðið Fjølnir og í útisetablaðið Oyggjaskjeggi. Jóanes hevur, við síni greiðu og bersøgnu luttøku í føroyska samfelagskjakinum, havt týðandi ávirkan á føroyskan politik. M.a. stuðlaði hann í 2007 alment uppskotinum hjá Edmund Joensen, táverandi løgtingsformanni, um at gera Føroyar til eitt valdømi. Uppskotið varð samtykt og fyrsta løgtingsvalið eftir nýggju skipanini var hildið 19. januar 2008. Í desember 2007 talaði Jóanes harðliga at í fjølmiðlunum, tá tásitandi samgonga undir leiðslu av Jóannes Eidesgaard, í stríð við vanliga parlamentariska siðvenju, ætlaði sær at halda fram við lóggávuarbeiðinum aftaná at løgtingsval varð útskrivað. Úrslitið varð, at Sambandsflokkurin segði samgongusamstarvið upp og at lóggávuarbeiðið varð niðurlagt, tað sum eftir var av valskeiðnum.