Izmir

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Izmir

Izmir (İzmir; grikskt Σμύρνη, á latínskum: Smyrna) er ein býur í Turkalandi og hevur 4 005 459 íbúgvar (2012). Borgarstjóri er Aziz Kocaoğlu. Býurin er ein havnabýur í vestara partinum av Turkalandi og liggur við Egearahavið í Miðjararhavinum. Býurin er fyrisitingarligur býur og høvuðsbýur í landslutinum við sama navni. Izmir er triðstørsti býur í Turkalandi, og stórstaðarkommunan umsitir 21 øki við tilsamans 4 005 459 íbúgvum í 2012, harav umleið 80% búgva í sjálvum býnum. Høvuðsvinnan er havnin, ið er ein av týdningarmiklastu í landinum, ídnaður og oljuvinna. Í býnum er ein NATO kommandostøð.

Søga[rætta | rætta wikitekst]

Býurin varð stovnaður av aiolsikum grikkum undir fornøldini sum Μύῥρα (Mýrrha). Ár 688 f.Kr. varð býurin vunnin av jónum úr Kolofon, ið var nærhendis, og varð innlimaður í jóniska samveldið. Býurin varð lagdur í oyði av tí lydiska konginum Alyattes umleið ár 600 f.Kr., og síðan lá hann oyðin í umleið 300 ár, til hann varð bygdur aftur av Antigonos I Monofthalmos 4 km í ein útsynning av tí gamla býnum, úti við havið. Lysimachos gjørdi Smyrna til ein av vakrastu býunum í Eystri. Seinni hoyrdi býurin til tað sýriska og tað pergamenska ríkið, til hann ár 133 f.Kr. gjørdist partur av tí rómverska landslutinum Asia. Harðir jarðskjálvtar vóru í Smyrna í 178 og 180 f.Kr., men býurin varð bygdur upp aftur av keisara varð av Marcus Aurelius.

Býurin verður umrøddur sum Smyrna í Opinbering Jóhannesar, og Polykarpos doyði martyrdeyðan í Smyrna umleið ár 155. Í miðøldini hoyrdi býurin leingi til tað Byzantinska ríkið, síðan hoyri býurin til Lýðveldið Genova og Lýðveldið Venedisia áðrenn hann gjørdist høvuðsstøð hjá Maltesaraordanini. Maltersarariddararnir vóru riknir út ár 1402 av Timur Lenk, og ár 1425 tóku osmanarnir ræði á býnum. Undir Fyrra heimskríggi varð Smyrna undir álopi fleiri ferðir av teimum sameindu. Í býnum búði eitt stórt tal av grikkum, og sambært Sèvres friðaravtaluni í 1920, sum kom eftir fyrra heimskríggj, so fall býurin og økini kring býin til Grikkaland. Undir griksk-turkiska krígnum (1919-1922) varð býurin tó vunnin aftur av Turkalandi, og tað varð staðfefst í Lausanne-friðaravtaluni í 1923. Býurin hevur verið turkiskur síðan tá.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið