Innbúgv

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Innbúgv er eitt felagsheiti fyri ting, ið eru gjørd til at stuðla menniskjakroppin, t.d. innbúgv til at sita í ella sengur til at sova í og hvíla seg í. Innbúgv kann eisini hava til endamál at goyma ting ella mat í. Innbúgv kann t.d. vera: borð, stólur, lenistólur, sofa, song, skáp, kommoda, reól osfr.

Føroyskt innbúgv[rætta | rætta wikitekst]

Hóast tað kann vera ringt at ímynda sær í dag, hava møblar verið framleiddir í Føroyum. Nógvir av møblunum frá 1940-árunum, sum framvegis standa í føroyskum heimum, eru framleiddir av føroyskum møblasnikkarum.

Modul OK[rætta | rætta wikitekst]

Seinni hevur eisini meira skipað møblaframleiðsla verið í Føroyum. Miðskeiðis í 1970-árunum fekk Annfinnur Zachariassen, sum átti Nýggja Bókhandil, á egnum føroyskum virki skapað og framleitt Modul OK-møblarnar. Tað vóru borð, stólar, sofur, hillar og annað, sum keyparin sjálvur setti saman og síðani kundi mála.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]


Keldur[rætta | rætta wikitekst]

  • Meistarligt føroyskt framleiðslutiltak. Í: Myndablaðið NÚ, nr. 2, 1976.
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið