IHF Emerging Nations Championship

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
IHF Emerging Nations Championship
Ítróttur Handball
Stovnað 2015
Tal av liðum 16
Heimspartur Altjóða (IHF)
Seinasti vinnari(ar)  Føroyar (2. tittul)
Flest meistaraheiti  Føroyar (2 titlar)

IHF Emerging Nations Championship er ein hondbóltskapping fyri menn, ið hevur verið fyriskipað av International Handball Federation síðan 2015. Kappingin er fyri tær lægst rataðu hondbóltstjóðirnar. Tann fyrsta útgávan varð hildin í Kosovo frá 20. til 26. juni 2015.[1][2]

Londini ið luttaka eru partar av fýra ára ætlan hjá EHF og eru tey hægst rataðu londini, ið ikki megnaðu at kvalifisera seg til HM í hondbólti 2015. Leikarar í aldursbólkinum 16 til 30 kunnu luttaka í kappingini, tó kunnu bert 4 leikarar vera eldri enn 24 ár.

Føroyar hava vunnið báðar tær fyrstu kappingarnar, í 2015 og 2017.

Kappingar[rætta | rætta wikitekst]

Ár Vertsland Gullheiðursmerkjakampur Bronsuheiðursmerkjakampur
Gull Úrslit Silvur Bronsa Úrslit Fjórðapláss
2015 Kosovo
Kosovo

Føroyar
27–24
Lettland

Kosovo
28–16
Uruguei
2017 Bulgaria
Bulgaria

Føroyar
26–25
Turkaland

Kosovo
32–25
Kýpros

Heiðursmerkjabýti[rætta | rætta wikitekst]

 Nr.  Tjóð Gull Silvur Bronsa Tilsamans
1  Føroyar 2 0 0 2
2  Lettland 0 1 0 1
 Turkaland 0 1 0 1
3  Kosovo 0 0 2 2

Keldur[rætta | rætta wikitekst]