Hvítur nashyrningur
Hvítur nashyrningur | ||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Frøðilig flokking | ||||||||||||||
|
Hvítur nashyrningur ella Breiðsnáðaður nashyrningur (Ceratotherium simum) er eitt av heimsins størstu súgdjórum ið liva á landi, næst eftir fílum og áarrossum. Fullvaksna djórið kann er 170-183 cm til hæddar og 325-420 cm til longdar. Hannurin vigar 2-2,3 tons, meðan honin kann viga upp til 1,6 tons. Hvítur nashyrningur hevur tvey horn, tað fremra er 60 cm í miðal, men kan verða upp til 150 cm. Føðin er nærum bara gras.
Samlaði stovnurin av hvítum Nashyrningum telur bert 8500 djór. Tvey undirsløg finnast. Hjá tí syðri undirslagnum Ceratotherium simum simum er stovnurin nøkurlunda støðugur á uml. 8500 djór, meðan ta norðara undirslagið Ceratotherium simum cottoni er álvarsliga hótt við færri enn 30 eftirlivandi djórum.
Navnið "Hvítur nashyrningur" hevur onki við húðarlitin á djórinum at gera, men sigst stava frá breiðu snáðini, ið eins og hjá rossi er lagað til bit (grasbit). Á afrikaans málinum týðir orðið "weit" breitt (sama orð sum føroyskt vítt). Helst er orðið misskilt og skeivt navnborið í enskt sum "white" hvítt. Sum mótsetning til hetta, hevur svarti nashyrningurin fingið heitið svart.