Hjarta
Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Menniskjahjarta - 1. Høgra forkamar (atrium dextrum) 2. Vinstra forkamar (atrium sinistrum) 3. Vena cava superior 4. Aorta bogin (arcus aortae) 5. Lungaarterian (truncus pulmonalis) 6. Lungavenan (venae pulmonales) 7. Mitral klappin (valva mitralis) 8. Aorta klappin (valva aortae) 9. Vinstra hjartakamar (ventriculus sinister) 10. Høgra hjartakamar (ventriculus sinister) 11. Vena cava inferior 12. Trikuspid klappin (valva tricuspidalis) 13. Lunga klappin (valva trunci pulmonalis)
Hjarta er gagn, ið pumpar blóð runt í kroppinum. Hjarta er ein vøddi, men hevur eisini streymleiðandi vevnað og hjartaklappar. Uppbygnaðurin á hjartanum sæst á myndini til høgru.