Hebe Camargo

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Hebe Camargo.

Hebe Maria Camargo (fødd 8. mars 1929 í Taubaté, Brasil, deyð 29. september 2012) var ein songkvinna, sjónvarpsvertur og sjónleikari úr Brasil.

Sum songkvinna hevur hon framført í skemtifilmum eftir Mazzaropi og spældi saman við Agnaldo Rayol í einum av teimum. Í 1950-árunum byrjaði hon at starvast sum sjónvarpsvertur í eini røð á rásini TV Paulista. Í 1955 var hon við í tí fyrstu brasilsku sjónvarpssendingini fyri kvinnur, O Mundo é das Mulheres (Heimurin hoyrir kvinnunum til), í sjónvarpi í Rio de Janeiro,[1] ið varð sent fimm ferðir um vikuna.

  1. "BOL, Hebe Camargo completa 80 anos neste domingo". http://noticias.bol.uol.com.br/entretenimento/2009/03/04/ult950u786.jhtm.