Hard rock

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Hard rock ella heavy rock eru undirbólkar av rokktónleiki, sum miðskeiðis í 1960'unum festi røtur gjøgnum "garage" og "psykodeliskum rocki" og er munandi harðari enn vanligur rokktónleikur. Tað er sermerkt av ovurnýtslu av "reingjaðum " el-guitarum, bass guitara, trummum og syntesaisarum.

Eyðkenni[rætta | rætta wikitekst]

Hard rock er sterkt inspirerað av bluestónleiki; Mest nýtti tónaskalin er tí hin pentatoniski, sum er vanligur í blueshøpi. Eldri bluestónleikur var akustiskt grundaður. Hard rock tekur harafturímóti nýtslu av nýmótans ljóðførum, so sum elguitarum, trummum og bass. Ein merkisverdur munur frá tí traditionella bluestónleikinum er, at hard rock sjáldan er bundið at akkordgongdini I, IV og V, sum síðani er bygd á 12 ella 16 taktum. Harafturímóti eru nógvar ymsar akkordir nýttar í hard rock-tónleiki.