Gavrilo Princip

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Gavrilo Princip.

Gavrilo Princip (serbiskt: Гаврило Принцип, 25. juli 1894 - 28. apríl 1918) var ein bosniskur serbi, sum drap eysturíkska-ungarska trúnarvingan, Franz Ferdinand og konu hansara, Sofiu, sum var hertuginna av Hohenberg og var við barn, tá morðini vóru framd.

Gavrilo varð føddur í einari bygd sum eitur Oblijaj, foreldur hansara, vóru Petar, ið var postmaður, og mamman Marija. Gavrilo Princip hevði 8 beiggjar, 6 av teimun doyðu av sjúkum. Foreldur hansara høvdu ikki nokk av pengum til at hava hann hjá sær, so tey sendu hann til ein eldri beiggja, ið búði í Zagreb, sum nú er høvuðsstaðurin hjá Kroatia. Í 1912 fór Gavrilo Princip í mótmælisgongu ímóti Sarajevo, hetta hevði við sær, at hann bleiv koyrdur úr skúlanum, sum hann gekk á. Hildið verður at tað var Gavrilo Princip, ið var grundin til at fysti veraldarbardagi byrjaði. Hetta komst av, at hann drap eysturríkska trúnarvingin Franz Ferdinand og konu hansara, Sophie. Morðini fóru fram hin 28. juni í 1914. Gavrilo Princip og viðhaldsmenn hansara vóru tiknir av serbiska herinum.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið