GPS

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
GPS.

GPS (stytting fyr Global Positioning System) er ein skipan, sum kann staðseta støð á jørðini við fylgisveinum. Yvir tredivu fylgisveinar eru í ringrás kring jørðina. Ein GPS-móttakari er eitt tól, sum kann samskifta við fylgi­ sveinar. GPS-móttakarin spyr fylgisveinin hvar eri eg. Fylgisveinurin svarar aftur við staðsetingini á knattnetinum, tað vil siga í breiddar­ stigum og longdarstigum. Eitt vanligt nýtsluøki fyri GPS’arar er í bilum. GPS-móttakarin í bilinum hevur ymisk kort, soleiðis at tú altíð sært, hvar tú ert. Í nøkrum tólum kanst tú eisini hoyra eina rødd, sum sigur tær, hvussu tú skalt koyra fyri at koma til tað staðið, sum tú hevur sligið inn á GPS-móttakaran. Í Føroyum verða GPS’arar nógv brúktir í bátum og umborð á skipum.