Fuglakvæðið eldra

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin

Fuglakvæðið eldra
1. Krákukorn og henna fugl
yppa tey sín sjong,
helst um veturins tíma,
tá náttin gerst so long.
Úlvurin liggur og bylgist á.

refr.
Skulu (o)man dalin ríða,
drivur døgg um fríðan dal,
undir lindini sat
tann jomfrúin blíða,
Skulu (o)man dalin ríða.

2.
Úlvurin liggur og bylgist á,
klerkar halda lest,
hvør tann mann, til offurs gár,
vildi vera vár gest.
Hvør tann mann, til offurs gár.

3.
Hvør tann mann, til offurs gár,
sær á skjøldri fríða,
Heykur flýgur í holtrið
og stingur Stara niður.
Stari, Stari steikarhús.

4.
Stari, Stari steikarhús,
reiðir sínum harra mat,
Vípan vappar út og inn,
hon goymir fullvæl at.
Hegri stendur í kjallara.

5.
Hegri stendur í kjallara,
blandar mjøð og vín,
stoytir út skakker,
ber inn fyri harra sín.
Ont og Álka á gólvi stá.

6.
Ont og Álka á gólvi stá,
reiða mat á disk.
Skaddan flýgur út í hav,
hon veiðir feskan fisk.
Dúgva situr á miðjum bekki.

7.
Dúgva situr á miðjum bekki,
fáum fuglum lík,
kemur so Uglan uttanav
og onnur javnlík.
Svaraði Uglu Uglubóndi.

8.
Svaraði Uglu Uglubóndi:
"Vit fara til hallar heim."
Tá kom Krákan hoppandi,
hon ger so mikið mein.
Tá kom Krákan hoppandi.

9.
Tá kom Krákan hoppandi
við síni svørtu hettu:
"Sitið nú allir fróir í sæti,
eru tær nakað mettir."
Svaraði Gorpur gamal bóndi.

10.
Svaraði Gorpur gamal bóndi,
brattur á beinki sat:
"Lítið havi eg drekka fingið,
hálvum minni mat."
Svaraði Revur uttar í vrá.

11.
Svaraði Revur uttar í vrá
av øllum sínum list:
"Hava tær nakað matartrot,
so spreingið gásadyst."
Revur spreingir Gásina.

12.
Revur spreingir Gásina,
so Gásin kvaklast við:
"Hevði tað verið um jóltíð,
tú skuldi farið í sti."
Títlingur kom frá veiði heim.

13.
Títlingur kom frá veiði heim,
við sínum lágu beinum:
"Ikki skulu tit borðreiða,
fyrr enn Ørnin kemur heim."
Stelkur titar titt um tún.

14.
Stelkur titar títt um tún,
biður nú fara at reiða,
tá kom Lundi lappandi
við sínum nevi breiða.
Tá kom Jói, fríði fuglur.

15.
Tá kom Jói, fríði fuglur,
fleyg so høgt í ský,
Óðinshani og Rókurin svarti
reika runt um bý.
Tjaldur og Skrápur fylgdust at.

16.
Tjaldur og Skrápur fylgdust at,
tóku so hart at gella.
Gorfuglurin bringuhvítur,
honum man einki bella.
Nú kemur Kjógvi og Spógvi heim.

17.
Nú kemur Kjógvi og Spógvi heim,
taka hart at skýra,
og hon Súlan vongsvarta
við sínum nevi dýra.
Hani og høna sita sær.

18.
Hani og høna sita sær,
hans sýn kápan reyð,'
kemur so Skrukkan skríðandi,
dregur á hvønsmans deyð.
Og so mangar Myrrusnípur.

19.
Og so mangar Myrrusnípur,
nevið hava langt,
Fjallmurra og Grælingur
falla so væl í tang.
Jarðakona rennur á.

20.
Jarðakona rennur á
heim í fuglahøll.
Kemur so Skarvur skoppuvisin,
rymur og rópar í høll.
Ryta rópar á Ternu trá.

21.
Ryta rópar á Ternu trá:
"Førum til okkara song."
Kemur so Skrápur og Líri út
við sín mjáa vong.
Tá kom Lómur og Langvigi.

22.
Tá kom Lómur og Langvigi,
stika á breiðu kníggja.
Drunnhvíti so veiðu sælur,
áðrenn dagur glíggjar.
Hiplingur gongur for borði blíður.

23.
Hiplingur gongur for borði blíður,
sær á sínar sveinar.
Tá kom Skarvur og Æða,
borðini vóru rein.
Fuglur frægur fylgdi teim.

24.
Fuglur frægur fylgdi teim
við sítt brandgult nev,
Steinstólpa og Hvørvkvikkja
og Músabróðir með.
Nú havi eg kvøðið um hvørt eitt djór.

25.
Nú havi eg kvøðið um hvørt eitt djór,
ið har var samlað inni,
Bakur og Beinsi á gólvi stóðu,
drukku Mortans minni.
Har vóru inni Svalur og Már.

26.
Har vóru inni Svalur og Már
at dansa og at leika,
hvør, ið henda leikin sær,
hann gerst um kinnir bleikur.
Eg gekk heim frá øllum teim.

27.
Eg gekk heim frá øllum teim,
seingin var mær reidd,
míni tárini runnu,
fell mær mangt til mein.
Mín bróðir og mín bróðurkona.

28.
Mín bróðir og mín bróðurkona
leika við Hjørt og Hind,
Hjørturin fleyt í blóði,
sigist nú skemtan til.
Havið nú tøkk, sum lýtt hava á.