Frédéric Chopin

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Chopin

Frédéric François Chopin (pólskt: Fryderyk Franciszek Chopin eisini stavað Szopen) (føddur 1. mars 1810, deyður 17. oktober 1849) var ein pólskur komponistur og klaverleikari. Hann verður mettur sum ein av mest týðandi tónasmiðjununum frá tíðarskeiðnum ið verður nevnt Romantikkin. Chopin varð føddur í Żelazowa Wola, sum er ein bygd í Hertugadøminum Warszawa. Hann vaks upp í Warszawa, har hann eisini fekk tónlistaliga útbúgving. Hann náddi at komponera nógv verk fyri klaver, áðrenn hann í 1830 sum 20 ára gamal flutti úr Póllandi stutta tíð áðrenn Novemberkollveltingina.

Chopin búsettist í París eins og nógv onnur pólsk flóttafólk. Tey næstu 19 árini helt hann bert umleið 30 almennar konsertir. Honum dámdi best at spæla á smáum støðum og heima í íbúðini. Í París starvaðist hann sum komponistur og klaverlærari. Eftir at hann hevði havt fleiri kærleiksforhold við ymiskar pólskar kvinnur, helt hann saman við tí fronsku Armandine Dupin árini 1837-47, hon var rithøvundur og brúkti dulnevni ”George Sand”, tá hon skrivaði. Meginpartin av lívinum hevði Chopin trupulleikar við heilsuni, hann andaðist í París í 1849 bert 39 ára gamal.

Verk[rætta | rætta wikitekst]

  • 59 mazurkair
  • 27 etudir (12 etudir opus 10, 12 etudir opus 25 og trýggjar uttan opusnummar)
  • 27 præludium
  • 21 nocturnir
  • 20 valsar
  • 18 polonesur
  • 5 rondoir
  • 4 balladur
  • 4 impromptuir
  • 4 scherzoir
  • 4 søvn av variasjónum, m.a. Souvenir de Paganini
  • 3 écossaisir
  • 3 klaversonatir
  • 2 konsertir fyri klaver og orkestur (opus 11 og 21)

Keldur[rætta | rætta wikitekst]