Jump to content

Föglö

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Föglö
Kort yvir kommunurnar í Álandi.

Föglö er ein kommuna í landsynningspartinum av Álandi. Föglö hevur 568 íbúgvar (2014)[1]. Í kommununi eru fleiri oyggjar, hólmar og sker. Kommunan fevnir um eitt øki á 1.869,02 km2, av hesum eru 1.734,24 km2 vatn. Fólkatættleikin er 3,67 íbúgvar pr. ferkilometur. Íbúgvarnir á oynni tosa øll svenskt. Tó hava tilflytarar úr Estlandi og Lettlandi búsett seg á oynni tey seinastu áratíggjuni, orsakað av tørvinum á arbeiðskraft til alivinnnuna, sum er høvuðsvinnan í kommununi.

  1. "KOMMUNERNAS INVÅNARANTAL I ALFABETISK ORDNING 31.12.2014". http://vrk.fi/default.aspx?docid=8698&site=3&id=0. Heintað 2015-03-05. 


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið