Jump to content

Eli Smith

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Føroyskt frímerki av Miðvági, sum Eli Smith hevur málað.

Eli Smith, føddur 1955 í Havn, er ein føroyskur myndlistamaður, sum málar og setir saman burtur úr tilfari, sum hann savnar í náttúruni. Hann hevur síðani aldarskifti ment tveir ymiskar hættir at gera myndir burtur úr náttúrutilfari, í høvuðsheitum steini. Tann fyrri hátturin er ein máliháttur, har ið Eli knúsar steinar, skeljar, kol og sand, og nýtir hesi sum litpigmentir í málningum; hetta nevnist grótmálningur. Tann seinni hátturin er brotamyndin, har ið listamaðurin skerir steinar sundur til at seta saman eitt myndevni.

Eli er fjølbroyttur, og dugir eisini at tekna og arbeiða við øðrum meira siðbundnum tøknum, og hevur hann eitt nú myndprýtt bøkur og fleiri føroysk frímerki. Hann varð útbúgvin sum radiomekanikari í 1976, hevur verið sjómaður, men er í dag ein sjálvlærdur fulltíðar listamaður.

  • 1998 - Sov blítt og søtt: kvøldsangir við nótum og besiffringum. Tórshavn: Forlagið undir Brúnni

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið