Dustsúgvari

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Dustsúgvari.

Dustsúgvari er ravmagnstól at reinsa dust burtur av t.d. gólvi. Motorrikin veiftra er í dustsúgvara. Hon melur og sýgur luft inn í rør og slangu, niður í dustsúgvaraposan. Við luftini kemur dust og skittur í posan. Í dustsúgvaraposanum eru ørsmá hol, sum bara luft setur ígjøgnum. Dustið verður eftir í posanum. Ymiskar bustir eru at seta á rørið, t.d. gólvbust, teppibust og skápsbust.