Da Lat

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Da Lat

Đa Lat er ein býur í Vjetnam, høvuðsstaður í Lam Dong landslutinum. Íbúgvaratalið er umleið 300.000. Býurin er uppi í fjøllunum og liggur 1500 metrar yvir havið. Tað vóru franskmenn, ið stovnaðu býin í fyrst í 20. øld. Da Lat er eitt vælumtókt ferðavinnumál í Vjetnam. Býurin hevur eitt tempererað klima í mun til Vjetnam sum heild, ið hevur eitt tropiskt klima. Mjørkatám sæst ofta í dølunum í landslutinum, nærum alt árið, og har er sera fruktagott.

Myndir[rætta | rætta wikitekst]