Dún-Eik

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Dún-Eik (Quercus pubescens)

Dún-Eik (frøðiheiti - Quercus pubescens) er eitt miðalstórt, leyvtræ ella stórur runnur, kúput á vøkstri. Trø ið vaksa í skógarumhvørvi fáa nógvar upprættar greinar, meðan trø ið standa einsamøll fáa fleiri bular við útrættum, óregluligum greinum. Rótskipanin er sterk við eini djúptgangandi høvuðsrót og nógvum, víttgangandi síðurótum.

Støddin á fullvaksnum trøum er uml. 20 x 15 m (25 x 20 cm/ár). Trøini kunnu gerast eini 500 ára gomul, og kann bulurin gerast uml. 1,5 m. í diametur.

Upprunaøki: Høvuðsøkið røkkur frá Mið- og Suðureystur Evropa til Lítlaásia, Kaukasus og Krim.

Nýtsla: Viðurin er harður og haldbarur; hann verður brúktur sum timbur í byggi- og møblaídnaðinum. Umframt tað verður hann nýttur sum brenni og til framleiðslu av trækoli. Nøturnar verða brúktar til svínafóður.