Che Guevara

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Che Guevara

Ché Guevara (føddur 14. juni 1928 í Rosario, Argentina, deyður 9. oktober 1967) var ein argentinskur marxistiskur uppreistarleiðari, lækni, rithøvundur, diplomatur. Hann var tann eldsti av fimm systkjum. Tey lógu í tí hægra endanum av miðalklassanum. Pápin var arkitektur og hevði ymiskar lítlar fyritøkur. Hetta gjørdi at tey vóru hampuliga væl fyri.

Søgan um Ché Guevara[rætta | rætta wikitekst]

Ernesto ”Ché” Guevara uppfataði alt Latín Amerika sum sítt heimland. ”Mál, hugburðir, religión og felags harri sameinir hesar natiónir” hetta vóru orðini hjá Ché Guevara.

Fólk ið kendu familjuna segði at Ché hevði ein góðan barnsburður. Tey søgdu eisini at foreldrini hjá Ché vóru frísinnaðu, at tey vóru anti-fascistar og sera politiskt virkin. Hesin hugburðurin hevur so at siga smitta av uppá Ché. Tá ið foreldrini hjá Ché funnu útav at hann hevði eitt sera ringt tilfeldi av astma, gjørdu tey av at flyta til Alta Garcia har veðurlagi var gott og turt. Astmaðin hjá Ché var sera ringt og hann hevði, alt lívið, næstan dagliga astma-herðindi. Tó hendan sjúkan gjørdi tað ringt at liva vanligt noktaði Ché at geva upp. Hann kempaði ímótir sjúkuni og lærdi seg at hugsa og lesa tá ið herðindini vóru ringast. Hann vandi kroppin og betraði um heilsuna hjá sær við at ganga langar túrar í fjøllunum í Argentina.

Í 1946 byrjaði Ché at lesa medisin á universitetinum í Buenos Aires. Hann ferðaðist nógv runt umkring í Latín Amerika og lærdi tí nógv um geografiina, nátturina og fólkini ið búðu á kontinetinum*. Ché var sera foharmaður um fátækadømi men av tí at hann var so ungur visti hann ikki so nógv um politik.

Í 1952 vendi Ché aftur til Buenos Aires, aftaná einari langari ferð, fyri at lesa liðugt. Í 1953 bleiv hann lækni. Tó hann akkurát var blivin lækni føldi hann ongan hug til at gera karrieru við hesum og fór tí beinavegin út at ferðast aftur. Ché var blivin sera áhugaður í politikki aftaná sínari langu ferð runt í Latín Amerika. Hann hevði sæð hvussu korrupt landi var, og hvussu nógv fátækadømi var. Tí var ætlanin við hesari ferðini at fara til tey støðini har tað vóru problemir. Hann vil gjarna vera við til at gera ein mun. Hann og nøkur vinfólk fóru fyrst til Bolivia og síðani til Guatemala, har hann so smátt byrjaði at broyta seg til ein aktivan revolutioner. Hann var við til at kempa ímóti óretvísi og korruptiónini. Eftirsum inasiónstropparnar drupu øll ið vóru vinstraorienteraði ella misstonksom, so yvirtalaðu vinfólkini Ché til at søkja um asyl í tí argentinsku embassaduni í Guatemala.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]


Slóðir úteftir[rætta | rætta wikitekst]