Bodil virðislønin
Appearance
Elsta filmsvirðislønin í Danmark er Bodil virðislønin, sum verður handað av Danske Filmkritikere. Virðislønin er uppkallað eftir tveimum av teimum stóru donsku sjónleikarinnunum, Bodil Ipsen og Bodil Kjer, og varð handað fyrstu ferð hin 29. apríl 1948.
Bodil virðislønin verður handað í hesum bólkum:
- Besta danska filmin
- Besta mannliga høvuðsleiklutin
- Besta kvinnuliga høvuðsleiklutin
- Besta mandlige hjáleiklutin
- Besta kvinnuliga hjáleiklutin
- Besta amerikanska filmin
- Besta ikki-amerikanska filmin
- Besta dokumentar/stuttfilmin
Harumframt verður ein fotografvirðisløn latin og ein Serstøk-Bodil fyri ársins størstu innsatsir og ein Heiðurs-Bodil til ein ella fleiri persónar, ið gjøgnum árini hevur markerað seg á ein týðandi hátt.