Bergur Dalsgaard
Appearance
Bergur Dalsgaard er ein føroyskur listamaður og rithøvundur, ið hevur útgivið tvær bøkur um Børk Hanagleiv.[1]
Um Børk Hanagleiv
[rætta | rætta wikitekst]Børkur Hanagleiv er ein føroysk teknirøð, sum[Bergur skrivar og teknar. Teknirøðin var fyrstu ferð at síggja í 1985, tá hon varð útgivin í tíðindablaðnum 14. september undir heitinum "Sigmar Hanagleiv og aðrir". Í 1986 kom teknirøðin í Barnablaðið, har hon helt fram við onkrum støðgi til 1994. Í 2000 fekk Børkur so pláss í Dimmu, har hann kundi lesast hvørja viku fram til 2008. Í 2004 kom hann aftur í Barnablaðið, har hann nú er at síggja í litum.
Útgivin eru tvey albumm við Børki Hanagleiv, eitt í 2007 og eitt í 2009.
Tey leikandi
[rætta | rætta wikitekst]- Børkur Hanagleiv
- Skræða, mamma Børks
- Gákur, pápi Børks
- Stavnur, vinmaður Børks
- Tyrilson, vinmaður Børks
- Sirma, lítlasystir Stavns
- Hýsan, systinabarn Børks
Myndir
[rætta | rætta wikitekst]-
Børkur Hanagleiv
-
Børkur Hanagleiv 2
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ Bokhaldil.fo, Bergur Dalsgaard.