Vakurleikin og Ódjórið

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
(Ávíst frá Beauty and the Beast)
Beauty and the Beast
Leikstjórnað Gary Trousdale
Kirk Wise
Framleitt Don Hahn
Filmshandrit Linda Woolverton
Søga
Við støði í Beauty and the Beast 
eftir Jeanne-Marie Leprince de Beaumont
Tey leikandi
Frásøgufólk David Ogden Stiers
Tónleikur Alan Menken
Útgevari John Carnochan
Framleiðslu
fyritøka
Filmsútleigari Buena Vista Pictures
Útgávudagar
  • 13 november 1991 (1991-11-13) (heimsfrumsýning)
  • 22 november 1991 (1991-11-22) (USA)
Filmslongd
84 minuttir
Land USA
Mál Enskt
Búskett $25 milliónir[1]
Atgongum.søla $425 milliónir[1]

Vakurleikin og Ódjórið (Upprunatittul: Beauty and the Beast) er ein Disney animatiónsfilmur, ið byggir á ævintýrið við sama heiti eftir Jeanne-Marie Leprince de Beaumont frá 1756. Filmurin varð framleiddur av Walt Disney Feature Animation og útgivin av Walt Disney Pictures. Filmurin hevði heimsfrumsýning 13. november 1991, varð frumsýndur í USA 22. november 1991 og varð útgivin sum VHS videofilmur tann 30. oktober í 1992. Filmurin var sera væl umtóktur og seldi fyri 425 milliónir dollarar í biografbilettum og seldi 20 milliónir eintøk sum heimavideofilmur og forvann 200 milliónir dollarar í 1992.

Filmurin vann eina Golden Globe virðisløn og varð tann fyrsti animatiónsfilmurin, ið varð tilnevndur Oscar fyri besta film.

Keldur[rætta | rætta wikitekst]