Bauhaus

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Bauhaus í Dessau

Staatliches Bauhaus var lista- og byggiskúli í Týsklandi, sum virkaði frá 1919 til 1933, tá ið skúlin noyddist at stongja eftir trýsti frá nazistunum.

Skúlin varð stovnaður af Walter Gropius í Weimar í 1919 við samanlegging av Großherzoglich Sächsische Hochschule für Bildende Kunst og Kunstgewerberschule. Skúlin flutti í 1925 til Dessau og í 1932 til Berlin. Gropius var skúlastjóri til 1928, síðan gjørist Hannes Meyer stjóri og at enda Ludwig Mies van der Rohe. Bauhaus stýlurin gjørdist seinni tann stílurin, ið ávirkaði mest innan nýmótans arkitektur, list og desein. Lærararnir, ið undirvístu á skúlanum, hildu fram at undirvísa kring um í heiminum, eftir at skúlin varð stongdur, og teir fluttu úr Týsklandi.


Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið