Barnaeksem

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Far til: navigatión, leita
Barnaeksem.

Barnaeksem er ein sjúka, sum hevur við sær sviða, turra húð og til tíðir eksem. Sjúkan hevur nógv ymisk nøvn, t.d. atopisk eksem, atopisk dermatitis og prurigo besnier.

Børn við barnaeksem mangla tey natúrligu fitievnini í húðini, sum líma húðkyknurnar saman. Av hesari grund dampar fukturin lættliga frá húðini, og verður tí turr og rúðrut.

Orsøkir til barnaeksem [rætta]

Bæði arvur og umhvørvi eru orsøk til, at summi børn útvikla barnaeksem. Flestu børn við barnaeksem hava foreldur ella systkin við háfepur, astma ella barnaeksem.

Arvur [rætta]

Um ein av foreldrunum hevur ella hevur havt astma, háfepur ella barnaeksem, er vandin fyri at barnið fær barnaeksem 26 %.

Um bæði foreldrini hava ella hava havt astma, háfepur ella barnaeksem, er vandin fyri at barnið fær barnaeksem 40 %.

Umhvørvi [rætta]

Uml. 20 % av børnum, fødd í Danmark, útvikla barnaeksem. Í 1960 var talið 3 %. So statt er mongdin av tilburðum undir sterkum vøkstri. Av tí at tær arvuligu orsøkirnar ikki eru munandi broyttar síðstu árini, halda granskarir, at umhvørvið má vera orsøk til mongu tilburðarnar. Enn vita granskarir tó ikki hvat tað er, sum er orsøk til barnaeksem, men síggja at vøksturin av tilburðum er stórstur í londum við vesturlendskum lívstíli.