Algebraisk uppskriving
Algebraisk uppskriving er ein uppskrivingarháttur at endurgeva talv við, og sum verður nýttur í kappingum, bókum og bløðum.
Lýsing
[rætta | rætta wikitekst]Hvørt talvfólk er merkt við byrjanarstavi, sum lýsir fólkið, og byrjar tað við einum stórum stavi, til dømis: K = Kongur, F = Frúgv, R = Rókur, B = Bispur og Ri = Riddari. Finnan hevur ongan byrjanarstav. Leikir við finnuni verða einans skrivaðir við navninum á puntinum.
Við hesum skriviháttinum eru tveir møguleikar, sum eru hin stutti - sum er hin mest vanligi - og hin langi skrivihátturin. Við stutta skriviháttinum skrivar ein bara, hvar ávísa fólkið verður leikt til, t.d. Ra4. Og við langa skriviháttinum verður eisini skrivað, hvaðani fólkið kemur, t.d. Ra1-a4. Tó at stutti hátturin verður nýttur, er onkuntíð neyðugt eisini at skriva, hvaðani fólkið kemur, um ivi er um, hvat fólk talan er um.
Dømir um uppskriving
[rætta | rætta wikitekst]Stutti hátturin | Langi hátturin | Frágreiðing |
---|---|---|
e4 | e2-e4 | Finnan á e2 verður leikt á e4. Vit stutta háttinum sæst ikki her, um finnan kemur av e2 ella e3 |
Bc4 | Bf1-c4 | Bispurin verður leiktur á c4 |
Rif3 | Rig1-f3 | Riddarin verður leiktur á f3 |
Fd4 | Fd1-d4 | Frúgving verður leikt á d4 |
Rxa4 | Ra2xa4 | Rókurin drepur fólk hjá mótpartinum á a4. Tá ein drepur, verður skrivað x ímillum |
dxe5 | d4xe5 | Finnan á d-linjuni drepur fólk hjá mótpartinum á e5 |
dxc6 ep | d5xc6 ep | Finnan á d5 drepur finnuna á c5 í framlopi. Vit skriva ep aftanfyri (franskt: en passant) |
0-0 | 0-0 | Hvítur ella svartur leypir í stuttu borg |
0-0-0 | 0-0-0 | Hvítur ella svartur leypir í longu borg |
b8F | b7-b8F | Finnan á b7 verður leikt á b8, og verður samstundis býtt um við eina frúgv |
Rg8+ | Rg2-g8+ | Rókurin verður leiktur á g8 og hóttir hann kongin hjá mótpartinum. Rókurin skákar, og tá skriva vit + |
Rb1++ | Rb6-b1++ | Rókurin verður leiktur á b1 og setur kongin hjá mótpartinum skák og mát. Tá skriva vit ++ ella # |
R2g4 | Rg2-g4 | Rókurin verður leiktur av g2 á g4. Er ivamál, hvønn rók talan er um, skal ein við stutta háttinum lýsa tað nærri |