Óli Holm
Óli Holm | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Fødd(ur) | 15. apr 1945 í/á Vágur |
Alma mater | Q12329665 |
Starv | fótbóltsleikari, ítróttarleiðari, head teacher, politikari |
Politiskur flokkur | Tjóðveldi |
Børn | Dennis Holm |
Dátuheiti | |
Commons | Óli Holm |
Óli Holm (føddur 15. apríl 1945 í Vági) er fyrrverandi fólkaskúlalærari, varaskúlastjóri og politikari fyri Tjóðveldisflokkin.
Hann fekk læraraprógv á Nr. Nissum seminarium í 1968, og var lærari í Vágs skúla 1968-1971, í Sct. Jørgens skúla í Holstebro 1971-73, og síðani varaskúlastjóri í Vágs skúla frá 1973 til ?.
Óli Holm var landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum frá 14. juni 2001 til 6. juni 2002 umboðandi Tjóðveldisflokkin.
Hann er nevndarlimur í Suðuroyar Sparikassa.[1] Hann var formaður fyri Fótbóltssamband Føroya frá 2004[2] til 2008.[3] Sum ungur spældi hann fótbólt við VB. Seinni var hann nevndarlimur í felagnum. Hann hevur eisini íðka borðtennis, tá hann var ungur. Óli er giftur við Elisu Holm og saman eiga tey børnini John Hendrik, Dennis og Barbaru. Sonurin Dennis Holm varð valdur í Vágs Býráð í november 2012, og nakrar dagar seinni varð hann valdur til borgarstjóra.
Keldur
[rætta | rætta wikitekst]- ↑ "SS.fo". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305095353/http://www.ss.fo/nevnd.html. Heintað 2012-09-30.
- ↑ "Jogvanarge.com, Óli Holm formaður í FSF". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-03-05. https://web.archive.org/web/20160305050850/http://www.jogvanarge.com/stories.php?story=04/04/03/3625332. Heintað 2012-09-30.
- ↑ "FSF.fo, Fótbóltssamband Føroya, Formenn í Fótbóltssambandi Føroya". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2015-08-12. https://web.archive.org/web/20150812034823/http://www.fsf.fo/Default.aspx?ID=34. Heintað 2012-09-30.
- Løgtingið 150 – Hátíðarrit, bind 2 (2002), s. 288. (PDF Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)