Jump to content

Ólavur Michelsen

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ólavur Michelsen
er eitt menniskja
Fødd(ur) 16. sep 1933 í/á Øravík
Andaðist 1. mai 1978 í/á Tórshavn
Starv lærari, politikari, høvundur
Politiskur flokkur Tjóðveldi
Dátuheiti
ISNI 0000000362159917
VIAF 225409685

Ólavur Michelsen (1933 í Øravík). Hann var føddur 16. september 1933 í Øravík, deyður 1. mai 1978, sonur Emil Michelsen úr Tórshavn og Herdis f. Hentze úr Hvalba. Var giftur við Katrin f. Petersen úr Kaldbak. Ólavur tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1958 og var lærari í Fámjin og á Toftum 1958-1959, Sankta Frans Skúla í Tórshavn 1959-1963 og í Tórshavnar Kommunuskúla 1963-1978. Hann var vikarur í Kvívík 1955-1956. Ólavur var blaðstjóri á 14. september 1960-1973 og 1976-1978, var limur í aðalstjórn Tjóðveldisfloksins 1962-1978, limur í Útvarpsnevndini 1957-1978, formaður 1962-1966 og 1974-1978, býráðslimur 1970-1978, varabýráðsformaður 1973-1978. Mestu tíðina í býráðnum var hann formaður í mentamálanevndini. Hann stovnaði saman við Tummasi Napoleon Djurhuus og Williami Heinesen Rithøvundafelag Føroya og var okkurt skifti formaður. Ólavur hevur skrivað yrkingasavnið : "Lovorð" 1953, "Kirkjusøga" 1961, "Norrøn Gudalæra" 1968, "Kálvur lítli" 1964, "Søgusavnið: Brøgd og Bjørg" 1978 og myndabókina "Rossini á Skoradali", sum Erik Hjort Nielsen myndprýddi. Bókin fekk Norðurlendsku barnabókavirðislønina 1991.