Jump to content

Tindasvín

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Tindasvín.

Tindasvín, ella igulkattar, eru einar 23 cm long, hava stutt oyru, stuttan hala, langt trýni og spískar, stinnar tindar á kroppinum. Tindasvín hevur einar 5000 tindar. Flestu tindasvín liggja í reiðrinum um dagin, og eru frammi um náttina at leita eftir reyðmøðkum og skordýrum. Hesi smáu súgdýrini bjarga sær væl í myrkri. Tey síggja og hoyra illa, men tey hava framúr gott tev, og teir viðkvomu kamparnir hjálpa teimum at finna í myrkri. Gerst tindasvín bangið, kúlar tað seg saman. Høvd og bein leggur tað inn undir búkin, og ringvøddi niðast á búkinum kreppir búkin saman, so hvøssu tindarnir peiggja í allar ættir. Løtu seinni kagar tað útundan at vita, um vandin er av, og rættir seg út aftur. Um veturin kúlar tindasvínið seg saman og svevur, til várið kemur. Tindasvín rennur otrúliga skjótt.

Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið