Seyður
Seyður | ||||||||||||||||
---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
Frøðilig flokking | ||||||||||||||||
| ||||||||||||||||
Ovis aries Linnaeus, 1758 |
Seyður (frøðiheiti - Ovis aries) er slag av ullaðum jóturdýri. Seyður varð tamdur fyri mongum árum síðani, bæði fyri ullina, kjøtið og tá eisini mjólkina. Um summarið verður seyðurin royttur. Ullin verður spunnin til tógv, sum síðan verður bundið til troyggjur, hosur og annað. Um heystið verður nógvur seyður flettir.
Tað finnast yvir 1,000,000,000 seyðir í heiminum harav meginparturin er tamdur. Seyður kann bólkast í umleið 200 seyðasløg.
Í Føroyum eru umleið 75.000 seyðir av slagnum, sum á enskum verður kallað, Faroese Sheep.
Villur mufflonseyður, sum nú á døgnum einans livir á Miðjarðarhavsoyggjunum Korsika og Sardina, verður hildin at vera næsti ættfaðir at tomum seyðum. Tær elstu leivinar av seyði, ið helst hevur verið tamur, eru 11000 ár.
Seyðurin kom til Skandinavia fyri uml. 12000 árum síðani, tá ið landbúnaðarmentanin kom henda vegin við seyði, svínum, geitum og neytum. Nær seyður er komin til Føroya, er ilt at siga. Frá hjá írska munkinum Dicuil kann metast, at seyður var í Føroyum á 800.
Á Lítla Dímun plagdi at liva eitt slag av seyði frá síðsteinøldini, ið kallast dímunarseyður (á enskum Lítla Dímun sheep). Tríggir sovorðnir seyðir eru varðveittir, og teir verða sýndir á Føroya Forminnissavni. Teir síðstu dímunarseyðirnir vóru skotnir í 1860unum. Dímunarseyðurin líktist Soay seyðinum (á enskum Soay sheep) bæði í útsjónd og uppruna.