Jump to content

Ulf Kristersson

Frá Wikipedia, hin frælsa alfrøðin
Ulf Kristersson í 2022.

Ulf Hjalmar Ed Kristersson (føddur 29. desember 1963 í Lund) er svenskur siviløkonomur og politikari.[1]

Kristersson er limur í borgarliga flokkinum Moderaterna. Tann 1. oktober 2017 gjørdist hann floksformaður og fimm ár seinni, 17. oktober 2022, varð hann valdur til 35. forsætisráðharra í Svøríki. Í svenska ríkisdegnum atkvøddu 176 fyri, og 173 atkvøddu ímóti. Flokkarnir í nýggju svensku stjórnini eru Moderaterna, Kristdemokraterna og Liberalerna, meðan Svørkisdemokratarnir, næststørsti flokkur á valinum, verður stuðulsflokkur hjá nýggju stjórnini.[2]

Kristersson er avloysari hjá Magdalenu Andersson. Hann verður fyrsti borgarligi forsætisráðharrin í Svøríki í átta ár.[2]

Ávísingar úteftir

[rætta | rætta wikitekst]

Keldutilfar

[rætta | rætta wikitekst]
  1. Ulf Kristersson, riksdagen.se (á svenskum)
  2. 2.0 2.1 Nú er Ulf Kristersson valdur til forsætisráðharra, portal.fo, 17.10.2022
Wikimedia Commons logo
Wikimedia Commons logo
Sí miðlasavnið